Vit hava sett saman fundarpakkar til tykkara við mati, frukt, onkrum søtum og drekka. Øll fundarhøli eru útgjørd við skíggja og møguleika at vísa egnan skerm.
Uttan mun til um talan er um fund, størri ráðstevnu ella ein heilan dag við verkstovum, hjálpa vit tykkum at fáa tað praktiska upp á pláss. Vit syrgja fyri rætta hølinum, neyðugu tøknini og góðum umstøðum, so tit kunnu savna tykkum um innihaldið.
Les meira um okkara fundarhøli og tænastur niðanfyri og finn júst rætta pakkan til tykkara næsta tiltak.
Tá ið tit skulu fundast og taka avgerðir, er umráðandi at fáa gott at eta. Ein góður miðmáli gevur nýggja orku og er eitt kærkomið høvi at taka ein steðg og práta saman.
Tit hugsavna tykkum um fundin, vit hugsavna okkum um góða matin.
Vit hava fundarhølir í ymsum støddum, so umstøður eru til bæði smærri fundir og størri tiltøk. Hølini eru útgjørd við skíggja, so tit lættliga kunnu vísa framløgur og annað tilfar frá egnari teldu.
Vit syrgja fyri pappíri og pennum til allar fundarluttakarar.